Norðurlendsk aling í USA

Norðurlendsk aling í USA
Eitt danskt felag, sum norðmenn seta pengar í, fer at fimmfalda alingina í USA
 
02.07.2017 - 10:18

Norskir íleggjarar ætla at seta nógvar pengar í eina danska ætlan um at ala laks á landi í USA.

Felagið, sum arbeiðir við ætlanini, Atlantic Sapphire, hevur ætlanir um at byggja eitt alivirki á landi í Miami, sum fer at kosta 640 milliónir krónur.

Ein norskur banki sigur seg verða sinnaðan at fíggja ætlanina við 500 milliónum krónum, um tey, sum eiga felagið, fáa 290 milliónir krónur til vega.

Spara nógv vatn

Alibrúkið skal nýta vatnið umaftur, og tí er bert neyðugt við 500 litrum av vatni fyri hvørt kilo av fiski, í mun til onnur brúk, har neyðugt er við 50.000 litrum av vatni fyri hvørt kilo av aldum fiski.

Í USA vísa fólk stóran áhuga fyri fiski, sum fer væl við umhvørvinum og ikki hevur litevni í sær, tí hevur tað borið til at fáa neyðuga peningin til vega, sigur ein av eigarunum í felagnum, Thune Holm, við norsku tíðindastovuna, NTB.

Ætlanin er, at alibrúkið í Miami skal selja 90.000 tons av laksi um árið, og tað fer at fimmfalda alingina í USA. USA keypir 500.000 tons av aldum laksi úr øðrum londum um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168