- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskivinnunýskipanin strandað í Vinnunevndini
Minst 15 álit eru enn ikki komin úr nevnd, harímillum eykajáttanaruppskot og uppskot um fiskivinnunýskipan.
Páll á Reynatúgvu, tingformaður, niðurlegði tingfundin í gjár, fyri at nevndirnar skuldu fáa høvið at gera álitini liðug og tingfundurin varð tikin uppaftur klokkan 10 fyrrapartin.
Ætlaður fundur avlýstur
Men har komu eingin álit. Í seinasta sekundi kom álit um rannsóknarskip, men einki annað kom úr Fíggjarnevndini, og Vinnunevndin er heldur ikki klár við sínum álitið um fiskivinnunýskipanina.
Fundurin, sum nevndin hevði ætlan um í morgun, varð avlýstur í gjárkvøldi, og í morgin tóktist ruðuleiki at valda í samgonguni, sum kjakaðist so leingi inni í fjølmiðlarúminum at tingfundurin var 15 minuttir seinkaður
Sambært andstøðuni hevur tað verið ógjørligt at viðgerða fiskivinnunýskipanina, tí landsstýrisfólkini, sum varða av, hava ikki verið til at fáa fatur á.