- Tíðindi, mentan og ítróttur
Álitið kemur helst hósdagin
Álitið kemur helst hósdagin
Vinnunevndin bleiv ikki liðug við innkallingarnar í sambandi við fiskivinnunýskipanina í gjár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fiskiskapur_fiskivinna_skip.jpg?itok=vZNO91JN)
27.06.2017 - 16:10
Nevndin hevur fund aftur seinnapartin í morgin, og tá eru landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum saman við fólki frá Vørn og Havstovuni boðsend á fund.
Tingfundur er hósdagin. Bjarni Hammer, formaður, sigur, at hann miðar eftir at hava álitið hjá Vinnunevndini klárt til tingfundin hósdagin.
Hósdagin er ein mánaður, síðani Vinnunevndin fekk uppskotini hjá samgonguni og sambandsflokkinum um fiskivinnunýskipan og tríggir mánaðir síðani uppskotið hjá Fólkaflokkinum kom í nevndina.
Sambært tingskipanini er meginreglan tann, at ein nevnd kann hava eitt tingmál í mesta lagi ein mánað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV