Nógv færri veiðiloyvi

Nógv færri veiðiloyvi
Vinnuliga rikin fiskifør hava 102 fiskiloyvi í fiskiárinum, sum nú er, sambært Fiskidaganevndini. Øll fiskiloyvini verða ikki brúkt
 
26.06.2017 - 11:26

Samstundis sum fiskidagtalið er minkað næstan 60 prosent seinastu 20 árini eru fiskiloyvini eisini 60 prosent færri nú, enn fyri bara tíggju árum síðani.

Sambært Fiskidaganevndini hava vinnuliga rikin fiskifør 102 fiskiloyvi í fiskiárinum, sum nú er. Og øll verða ikki brúkt..

29.000 færri fiskidagar eftir 20 árum

Fiskiárið 2006/2007 vóru fiskiloyvini 247. 29.000 færri fiskidagar eru nú enn teir vóru fyri 20 árum síðani. Fiskidaganevndin vísir harafturat á, at stór øki á landgrunninum eru friðað.

Friðaðu leiðirnar eru øktar úr 10 prosentum av landgrunninum í 1990 til 37,5 prosent í 1994 og yvir 50 prosent í 2016, hevur Fiskidaganevndin roknað út.

Føroya Banki hevur verið friðaður fyri allari veiðu síðani 2008, tá nakrir fiskidagar hjá útróðrarbátum um summarið eru undantiknir.

Vistfrøðin á Føroya Banka kannast nærri

Kortini vísa yvirlitstrolingar ikki stórvegis framgongd. Sostatt kann staðfestast, sigur Fiskidaganevndin, at tað at friða øki í sjálvum sær ikki gevur nakað úrslit. 

Nevndin mælir til at brúka 100 fiskidagar til royndarfiskiskap á Føroya Banka við vinnuliga riknum fiskiførum, sum brúka ymiskan reiðskap.

Fiskdaganevndin mælir eisini til at kanna nærri vistfrøðiskipanina á Føroya Banka. Nevndin sigur seg annars vera vísa í, at fiskidagaskipanin ávirkar ikki botnfiskastovnarnar skeiva vegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168