Næraberg hóttir við endurgjaldskravi

Næraberg hóttir við endurgjaldskravi
Fiskimálaráðið og Vørn fáa av at vita frá partafelagnum Nærabergi í sambandi við, at veiðiloyvini hjá Slættabergi og Nærabergi skulu takast aftur
Hanus Hansen er reiðari á Næraberg. Reiðaríið hevur boða Vørn frá, at reiðaríið tekur fyrivarni fyri at gera endurgjaldskrav galdandi í málinum um fluttu veiðiloyvini.
 
25.06.2017 - 09:31

Atfinningarnar eru í einum skrivi, sum Næraberg sendi Vørn í gjár.  Í skrivinum vísir advokaturin hjá Nærabergi á, at grovir og týðandi málsviðgerðarfeilir eru gjørdir, og tí er málið eisini kært til Løgtingsins umboðsmann. 

Advokaturin vísir á, at í fyrra skrivinum frá Vørn tann 9. juni er ongin grundgeving fyri niðurstøðuni um, at loyvini skulu takast aftur. Við at biða um innlit í málið fæst at vita, at tað er ein niðurstøða hjá løgtingsins Umboðsmanni frá desember 2014, sum avgerðin hjá Fiskimálaráðnum er grundað á.

Felagið er ikki samt í niðurstøðuni hjá Umboðsmanninum, at veiðiorkan hevur týdning, tí nøgdin av svartkjafti er avmarkað sum felagskvota, og tí hevur veiðiorkan hjá einum skipi ongan týdning.

Fíggjarligur missur fyri reiðarí

Allir partar høvdu áhuga í, at kvotan varð fiskað av føroyskum skipum, og tað tænti eisini kvotuásetingunum fyri framtíðina, at at øll kvotan varð uppfiskað, áðrenn verttíðin var liðug.

Partafelagið Næraberg vísir eisini í skrivinum á, at avgerðin hjá Vørn kemur sum skot frá byrsumúla tann 9. juni í ár. Felagið hevur innrættað seg eftir fult lógligari flyting av veiðiloyvunum, millum annað eru skipini gjørd út og manning útvegað.

Um Vørn og Fiskimálaráðið halda fast við avgerðina um at ógilda flytingina av veiðiloyvunum, fer hetta at hava við sær fíggjarligan miss fyri reiðaríið. Og reiðaríið tekur tí fyrivarni fyri at gera endurgjaldskrav galdandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168