- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna framvegis vandamikið fjall
Í Grønlandi kanna myndugleikarnir framvegis vandan fyri omanlopum nærhendis bygdirnar, sum seinasta vikuskifti vórðu raktar av herviligari flóðaldu.
Stjórnarráðið fyri Náttúru og Umhvørvi arbeiðir av øllum alvi saman við GEUS og fleiri altjjóða granskarum at meta um vandan fyri fleiri omanlopum í firðunum við Uumanaq, skrivar grønlendska sjálvstýrið í tíðindaskrivi.
-Fyribils úrslitini av kanningunum hava ikki givið orsøk til at broyta boðini um at flyta fólk úr bygdunum Nuugatsiaq, Illorsuit og Nia-qornat. Kanningarnar hava heldur ikki givið orsøk til at flyta fólk úr øðrum bygdum, skrivar Sjálvstýrið.
Myndugleikarnir kanna í løtuni fjøll nærhendis, tí vandi er fyri einum nýggjum stórum omanlopi nærhendis har sum fyrra omanlopið var. hetta omanlopið kann vera eins stórt og tað fyrra, siga serfrøðingar.