- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldurin kyknaði í kuldaskápinum
Eldurin kyknaði í kuldaskápinum
Løgreglan ætlar at skuldseta ein ella fleiri fyri dráp í sambandi við eldin í Grenfell Tower
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/london-eldsbruni-13062017-ap.jpg?itok=ng0ikxXY)
23.06.2017 - 13:23
Eldurin í Grenfell Tower í London byrjaði í einum kuldaskápi.
tað váttar bretska politiið í dag, skrivar DR. Politiið sigur, at eldurin var IKKI ásettur.
Kortini ætlar politiið at skuldseta ein ella fleiri fyri dráp í sambandi við eldin.
Bjálvingartilfarið og pláturnar á fasaduni luku ikki krøvini til brunatrygd, upplýsir politiið eisini.
79 fólk doyðu í eldsbrunanum, men talið á deyðum kann vera hægri, tí tað kann hugsast, at fólk hava búð ólógliga í bygninginum og tí ikki hava verið skrásett sum íbúgvar.
Eldur kom í Grenfell Tower tann 14. juni. Bygningurin var 24 hæddir og eldurin breiddi seg óvanliga skjótt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV