- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvissa um orsøkina
Tað er ikki gjørligt at siga neyvt, hví eldur kom í uppsjóvarvirkið, Varðan Pelagic á Tvøroyri, fríggjadagin 9. juni í ár. Tað er niðurstøðan av kanningum hjá løgregluni.
- Øll tann elektriska skipanin er so illa farin, at tað ikki hevur verið gjørligt at finna nakrað brek við skipanini. Tað er ikki gjørligt at siga nágreiniliga, hvør orsøkin til eldin hevur verið, sigur løgreglan.
Elektriska skipanin illa farin
Niðurstøðan kemur í kjalarvørrinum á kanningararbeiðnbum hjá føroysku løgregluni, sum fekk hjálp úr Danmark til at finna fram til orsøkina til eldsbrunan í Varðanum Pelagic.
- Løgreglan er komin til, at eldurin er byrjaður í økinum, sum varð brúkt til pakking. Sveisiarbeiði við CO2 var á staðnum, men alt bendir á, at sveisiarbeiðið er gjørt fult forsvarligt og eftir galdandi forskriftum, sigur løgreglan.
Øll tann elektriska skipanin er so illa farin, at tað ikki hevur verið møguligt at finna nakað brek við skipanini. Politiið metir tí, at tað ikki er møguligt at siga nágreiniliga, hvør orsøkin til eldin hevur verið, sigur løgreglan.