- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta elvdi til flóðalduna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/skridulop-arrktisk_kommandp.jpg?itok=ttdLs8Hr)
Tað var eitt 300 ferðir 1100 metrar stórt øki, sum leyp um vikuskiftið, ið elvdi til flóðalduna í Karrat-fjørðinum í útnyrðingspartinum í Grønlandi, skrivar Arktisk kommando á Facebook.
- Vit kunnu ikki siga, um tað var ein jarðskjálvti, sum elvdi til skriðulopið, ella um grótið var leyst, sigur Tine Larsen, jarðfrøðisgranskari, sambært grønlendska kringvarpinum, KNR.
Greinin heldur fram niðanfyri
Hildið verður, at fýra fólk doyðu í flóðalduni leygarkvøldið og uppaftur onnur fleiri fingu skaðar, tá flóðaldan rakti bygdina, Nuugaatsiaq, seint leygarkvøldið, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.
Fólk í bygdini vórðu sunnudagin flutt burtur við tyrlu út á verjuskipið, Vædderen, sum liggur á fjørðinum. Vandi er framvegis fyri fleiri øðrum skriðulopum í økinum, sigur Arktisk kommandi í fráboðan.