- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanningar hjá serfrøðingum byrjaðar
Talan er um fýra fólk, trý frá kriminalteknisku deildini hjá løgregluni í Danmark og eitt fólk frá Dansk brand- og sikringsteknisk institut, ið eru serfrøðingar í at kanna el-skipanir í bygningum.
Kanningarliðið fór til Suðuroyar í gjár, og kanningarnar á virkinum eru so smátt byrjaðar. Vandi er tó framvegis fyri, at partar av bygninginum kunnu rapa.
SÍ EISINI Óvist hvussu drúgvar kanningarnar verða
Tí er neyðugt at tryggja bygningin, og serliga tey økini, sum kanningarliðið skal framat, áðrenn kanningarliðið veruliga kann gera kanningar í bygninginum.
Arbeitt verður við hesum saman við tryggingarfelagnum hjá Varðanum Pelagic, sigur Hildur Hentze dagligur leiðari á kriminaldeildini. Hon veit tó ikki at siga, hvussu langa tíð kanningarnar fara at taka.
Løgreglan hevur samstarv við Arbeiðs- og brunaeftirlitið um kanningarnar. Kanningarliðið kannar, hvar eldurin kyknaði, orsøkina til at hann kyknaði og um okkurt revsivert er farið fram.
SÍ EISINI Einki lógarkrav um regluliga brunaumsjón
Tað er ikki beinleiðis ein partur av arbeiðnum hjá kanningarliðnum at kanna, um øll brunakrøv eru hildin, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini.
Tað er málsøkið hjá kommununum og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum umsita brunagóðkenningar og trygd, og tey kunnu melda eitt mál til løgregluna, um mett verður, at okkurt revsivert er farið fram viðvíkjandi brunatrygd.
Hildur Hentze vísir tó á, at kemur kanningarliðið fram á bersýnt brek ella trot á brunatrygdina, verður hetta skrásett og umrøtt.