Nakrar sjúkrameldingar vóru í lagi - aðrar ikki

Nakrar sjúkrameldingar vóru í lagi - aðrar ikki
Fasti gerðarrætturin hevur gjørt úrskurð í málinum um sjúkrameldingarnar millum ljósmøðurnar.
Mynd: savnsmynd  
 
14.06.2017 - 13:54

Ljósmøðrafelag Føroya verður dømt at viðurkenna, at tað er eitt óheimilað stríðsstig, at so nógvar ljósmøður sjúkrameldaðu seg, tó ikki í mai og allan juni, men serstakliga um vikuskiftið 9.-11.juni 2017. Tað sigur Fasti gerðarrætturin í sínum úrskurðri.

Fríggjadagin 9.juni sjúkrameldaðu fimm ljósmøður seg, uttan læknaváttan. Hetta er týðuliga so títt samanfallandi við ávarandi teldupostin, ið sendur varð donsku vikarskrivstovuni 8.juni frá felagsmailadressuni hjá ljósmøðrunum á landssjúkrahúsinum, at Fasti gerðarætturin metir tað vera sannlíkt, at talan heilt ella partvíst er um avtalað mótspæl í mun til broytingarnar, sum leiðslan á Landsjúkrahúsinum hevur sett í verk.

Friðarskyldan ikki hildin 9.-11. juni

Gerðarætturin heldur, at Ljósmøðrafelagið í støðuni vikuskiftið 9.-11. juni ikki nóg aktivt hevur virkað fyri, at sáttmálin og friðarskyldan verða hildin. Fasti gerðarættur metir eisini, at akutta støðan, sum uppstóð vikuskifitð 9-11 juni, eftir umstøðum í málinum kann metast sum avtalað mótstøða, sum er at meta sum óheimilað stríðsstig, hóast Ljósmøðrafelagið ikki sæst hava havt aktivan leiklut í tí.

Men sjúkrameldingarnar hava samband við arbeiðsumhvørvið á Landssjúkrahúsinum.

12 av teimum 17 ljósmøðrunum í føstum starvi eru - ella hava verið - sjúkrameldaðar. Men Fasti gerðarætturin heldur, at sjúkrameldingarnar í mai juni mugu síggjast hvør sær. Gerðarætturin metir út frá tí, ið er komið fram í rættinum, at vánaliga arbeiðsumhvørivð hjá ljósmøðrunum kann hava verið viðvirkandi til støðuna við nógvu sjúkrameldingunum. At hetta serliga hevur gjørt seg galdandi í mun til nakrar av langtíðarsjúkrameldingunum kemur fram í frágreiðingum, sum vóru givnar á úrskurðarfundinum, heldur Gerðarætturin. Og tað er orsøkin til, at sjúkrameldingarnar mugu síggjast hvør sær. Gerðarætturin heldur ikki, at Ljósmøðrafelagið hevur havt aktivan leiklut í mun til tær sjúkraskrivingar, ið hava verið í mai og juni mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209