- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umboðsmaðurin upp í málið

Tað er advokaturin hjá reiðarínum, PF Næraberg, ið hevur kært málið til umboðsmannin. Í kæruni, sum er send í dag, biður advokaturin Løgtingsins umboðsmann um at skundviðgera málið.
Slættaberg og Næraberg sleppa at fiska felagsskvotuna av svartkjafti, tí veiðiloyvini hjá línubátunum, Helenu og Eysturoyingi, vórðu flutt yvir á uppsjóvarskipini, Næraberg og Slættaberg.
SÍ EISINI Kunnu fiska í tvær vikur
Vørn gav loyvi at flyta veiðiloyvini, men Fiskimálaráðið ógildaði flytingina. Tað er tann avgerðin, ið nú verður kærd til Løgtingsins umboðsmann.
Sambært advokatinum hjá reiðarínum eru so grovir og týðandi málsviðgerðarfeilir farnir fram, at avgerðin annaðhvørt eigur at verða ógildað ella avgerðin ikki eigur at verða tikin áðrenn nøktandi málsviðgerð er farin fram.
Reiðaríðið hevur fingið hoyringarfreist til 23. juni at svara avgerðini um at taka veiðiloyvini aftur. Áðrenn tá kann umboðsmaðurin ikki fara inn í málið, tí umboðsmaðurin hevur ikki heimild at fara inn í mál, ið framvegis verða viðgjørd í umsitingini.