- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi leiðslan fríkend
Fyrrverandi leiðslan fríkend
Fyrrverandi leiðslan og nevndin í Amagerbanken sleppur undan endurgjaldskravinum, sum var 900 milliónir krónur

Fyrrverandi leiðsla og nevnd í Amagerbanknum í Danmark eru fríkend í málinum um risastórt endurgjald
12.06.2017 - 11:11
Fyrrverandi leiðsla og nevnd í Amagerbanknum í Danmark eru fríkend í málinum um risastórt endurgjald, sum Fíggjarligt Støðufesti vegna danska statin hevði lagt ímóti leiðsluni.
Til samans 900 milliónir krónur var endurgjaldskravið, men hesum sleppur leiðsla og nevnd undan - tað hevur rætturin í Lyngby avgjørt í morgun. Leiðslan í kollsiglda Amagerbanken er fríkend.
Somuleiðis er greitt, at Fíggjarligt Støðufesti skal rinda sakarmálskostnaðin, sum er umleið 75 milliónir krónur. 61 rættarfundir hava verið, tann fyrsti í apríl í fjør. Fíggjarligt Støðufesti seldi í 2011 sunnu leivdirnar av Amagerbankanum til BankNordik.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV