- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vørn ætlar at taka veiðiloyvini aftur
Hanus Hansen, reiðari fekk fríggjadagin boð frá Vørn um, at umstríddu veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi skulu kallast aftur tann 26. juni á middegi.
Skipini hava fiskað svartkjaft uppá veiðiloyvini hjá línuskipunum Helenu og Eysturoyini, og stórt politiskt og fyrisitingarligt rumbul hevur verið og er um ta avgerðina, tí flytingar av slíkum veiðiloyvum frá línuskipum til uppsjóvarskip eru kolldømd av løgtingsins umboðsmanni fyri fleiri árum síðani.
Óla Jákup Kristoffersen, advokatur hjá Hanusi Hansen reiðara sigur í stuttari viðmerking, at fráboðanin frá Vørn eftir hansara tykki ikki er samsvarandi fyrisitingarlógina, tí hóast reiðaríið fær freist at koma við hoyringarsvari tann 23. juni, so stendur í fráboðanini, at avgerðin um at flyta veiðiloyvini á Næraberg og Slættaberg verður sett úr gildi á middegi 26. juni.
- Hetta er hol í høvdið, tí so er avgerðin longu tikin, hóast vit skulu eitast at fáa høvi at koma við hoyringarsvari, sigur advokaturin.
Óla Jákup Kristoffersen vil ikki siga, hvat reiðaríið nú fer at gera, ella hvat tey fara at grundgeva fyri í hoyringarsvarinum.