- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trygt at fara heimaftur
Trygt at fara heimaftur
Fólk á Tvøroyri kunnu nú fara heimaftur, sigur løgreglan
Mynd: Leivur Nygaard
10.06.2017 - 11:11
Fólk á Tvøroyri, sum fríggjadagin máttu rýma frá húsum tí vandamikil ammoniak-roykur var í luftini, tá eldur kom í Varðan Pelagic, kunnu nú fara til hús aftur.
Tað segði Jaspur Vang, økisleiðari hjá løgregluni í Suðuroy, í eyka tíðindasending í útvarpinum klokkan 11. Trygdarfrástøðan uppá 300 metrar er sostatt strikað.
Einasta økið, sum framvegis er sperrað, er sjálvt havnarlagið á Tvøroyri, frá Doktaragøtu og eystureftir. Tað økið verður helst eisini sperrað í nakrar dagar afturat.
Løgreglan sendi út fráboðanina niðan fyri á Facebook beint fyri klokkan 11.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV