- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átaksleiðarin: Spreingivandin er helst av
Tó at spreingivandin er av, verður bundið um heilan fingur, sigur átaksleiðarin.
Ammoniakklekar eru, og enn er óvist hvussu nógv ammoniakk er eftir, sigur hann.
Tí er trygdarfrástøðan framvegis galdandi.
Sum er, so sær út til at brandhurðarnar inn á frystigoymslurnar hava hildið og bygningurin sær ikki út til at vera í vanda, tað sama kann sigast um nýggja kontórbygningin.
- Vit heita tí staðiliga á fólk um at virða avsperringarnar hjá løgregluni og ikki órógva arbeiðið.
Vit heita eisini á fólk um at virða boðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um ikki at drekka vatnið, fyrr enn myndugleikarnir hava rátt til tað, sigur átaksleiðarin, Anfinn Hammerfoss Leo.
Nýggj kunning verður klokkan 22.