Skipini farin aftur

Skipini farin aftur
Trolararnir Breiðanes og Hamranes fóru av Havnini ávikavist í gjárkvøldið og í nátt
 
07.06.2017 - 08:08

Reiðaríið hevur veitt trygd fyri sløkum 740.000 krónur, sum ákæruvaldið krevur frá reiðaríinum, TG Fish, og skiparunum fyri ólógligan fiskiskap.

Brimil tók trolararnar vestur úr Mykinesi mánamorgunin, tí sambært Vørn fiskaðu teir á stongdari leið. Skipararnir nokta seg sekar, so málið skal avgreiðast í rættinum eina ferð seinni.  

Skiparin á Hamranesi, John Martin Poulsen, segði við Útvarpið í gjár, at teir róku inn á stongdu leiðina, meðan teir hálaðu. Teir fiskaðu ikki á stongdu leiðini, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168