- Tíðindi, mentan og ítróttur
23 fiskiskip komin at mótmæla
23 fiskiskip komin at mótmæla
Fleiri fiskiskip eru komin á Havnina at mótmæla, nú Løgtingið fer at viðgera fiskivinnunýskipanina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_1069.jpg?itok=ONfgwdHu)
Mynd: kvf.fo
29.05.2017 - 08:05
Fiskiskip stevna á Havnina at vera við í mótmælistiltakinum hjá Fiskimannafelagnum og Skipara- og navigatørfelagnum, nú Løgtingið í dag fer at viðgera fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni.
Klokkan hálvgum sjey í morgun vóru 16 fiskiskip komin á Havnina síðani á midnátt. Síðani eru fleiri komin aftrat, og nøkur liggja og bíða í Nólsoyarfirði.
Roynt verður sum frægast at fáa øllum pláss við bryggju, sigur vakthavandi á Tórshavnar havn. Um 9 tíðina vóru 23 skip komin á Havnina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV