- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú skal Løgtingið viðgera uppskotini
Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, hevur yvirskriftina "Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi," og uppskotið hjá Sambandsflokkinum eitur "Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av tilfeingi úr sjónum."
Tingfundurin byrjar klokkan 10 fyrrapartin. Tá uppskotini hava verið til fyrstu viðgerð, fara tey í vinnunevndina. Vinnunevndin viðger frammanundan eitt uppskot um fiskivinnunýskipan. Tað er frá Fólkaflokkinum.
Ein tíma undan tingfundinum í dag, tað er klokkan 9, skipa Fiskimannafelagið og Skipara- og navigatørfelagið fyri felags mótmælistiltaki í Klubbagarðinum. Røður verða hildnar, og tingfundurin verður eisini stroymdur á stórskíggja.
Fiskimannafelagið og Skipara- og navigatørfelagið siga, at verður uppskotið hjá samgonguni samtykt, fer tað at raka allar limirnar í báðum feløgum dygt.