- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri handtøkur aftrat eftir Manchester-atsókn
Tvey av teimum tiknu, ein maður og ein kvinna, eru latin leys aftur, men løgreglan hevur framvegis átta mans í varðveitslu, og teir skulu allir avhoyrast í málinum, sigur løgreglan í Manchester.
- Tað er av stórum týdningi fyri kanningararbeiðið, at so nógv fólk eru tikin. Tað sigur politiovastin, Ian Hopkins, sambært sjónvarpsstøðini, Sky News.
SÍ EISINI Børn, ung og foreldur: Tey deyðu eyðmerkt
Samstundis verður dentur lagdur á, at tað gongst væl við kanningararbeiðinum, og allir møguleikar verða kannaðir. Løgreglan heldur, at enn eru fleiri fólk leys, sum hava eitthvørt við atsóknina at gera.
22 fólk, nógv av teimum ungfólk, lógu eftirá í atsóknini mánakvøldið, og yvir 70 fólk eru framvegis á sjúkrahúsi, teirra millum eru fleiri illa løstað.
Løgreglan hevur fyrr almannakunngjørt, at 22 ára gamli Salman Abedi, sum var bretskur ríkisborgari, ið saman við foreldrunum kom úr Libya, framdi atsóknina.