- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skuldsettir fyri at sigla við kenning
Skuldsettir fyri at sigla við kenning
Løgreglan hevur skuldsett tríggjar menn fyri at sigla við kenning. Teir vóru á Bátastevnu í Vestmanna við seksmannafari
21.05.2017 - 09:31
Bátarnir høvdu loysingarbann, men menninir stevndu kortini út á Vestmannasund, tí teir ætlaðu sær í Sandoynna.
Bjargingarbáturin Ziska boðaði løgregluni frá.
Tá Brimil kom til teirra, vildu menninir ikki steðga, so Brimil sendi ein skjóttgangandi gummibát út til teirra.
Blóðroyndin staðfesti, at menninir kendu allir til.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV