Tingfundurin niðurlagdur

Tingfundurin niðurlagdur
 
19.05.2017 - 09:50

Tá løgtingið fyri løtu síðani skuldu atkvøða um málið at yvirtaka familju- og arvarættin, bað Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, um, at atkvøðugreiðslan varð útsett, tí landsstýrismálanevndin fer hvørja løtu at kunngera niðurstøðuna av kæruni um løgmann.

Miðflokkurin hevur kært Aksel V. Johannesen í málinum.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, eftirlíkaði umbønini frá Jenisi av Rana, og boðaði frá, at tingfundurn varð niðurlagdur í eitt korter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301