- Tíðindi, mentan og ítróttur
Siga seg kunna raka USA
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kim_jong-un.jpg?itok=9se1SMRB)
Robottroyndarskjótingin hjá Norðurkorea um vikuskiftið var ein framskygd roynd av einum nýggjum slagi av robotti, skrivar almenna norðurkoreiska tíðindastovan, KCNA. Robotturin skal kunna bera stór kjarnorkuspreingihøvd.
Sambært tíðindastovuni eydnaðist royndarskjótingin av Hwasong-12 robottslagnum, væl, og norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-Un, var til staðar, tá rakettin varð skotin út.
Royndaskjótingin varð gjørd fyri at staðfesta, um rakettin var før fyri at bera nýggju og framkomnu tøknina, sum er ment til rakettina, og sum er før fyri at bera stór og tung kjarnorkuspreingihøvd, skrivar KCNA.
Kunnu raka norðara partin í USA
- Provokerar USA Norðurkorea, sleppur landið ikki undan størstu vanlukku í søguni, segði Kim Jong-Un sambært KCNA. Hann ávaraði USA um, at norðari parturin av USA kann røkkast í álopi.
Norðurkorea hevur fyrr sagt, at landið hevur ment langtberandi rakettir, sum hava kjarnorkuspreingihøvd og sum klára at raka USA. Sambært amerikanska herinum er talan helst ikki um slíka rakett, sum nú er royndarskotin.
Norðurkorea hevur síðani 2016 fleiri ferðir skotið út robottar. Í fjør framdi Norðurkorea tvær kjarnorkuroyndarspreinginar. Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava herd tiltøk sett í verk móti Norðurkorea eftir royndarskjótingina.
USA mælir til tiltøk
- Lat seinastu provokatiónina virka sum áheitan á øll lond, um at seta í verk strong tiltøk móti Norðurkorea, skriva Hvítu Húsini.
Amerikanska fíggjarmálaráðið hevur fyrr sagt, at neyðugt er at forða Norðurkorea í at hava ráð at keypa kjarnorkuvápn og robottskipanir, við til dømis tiltøkum.
- Vit fara at tak burtur øll amboð, sum vit ráða yvir, fyri at steðga ólógliga virkseminum og fíggingini av yvirgangi, sigur ein talsmaður fyri Hvítu Húsini.