- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdur fyri rúsevnasmugling
Dømdur fyri rúsevnasmugling
Ein maður er fyri løtuni síðani dømdur fongsulsrevsing fyri at smugla útivið 200 gramm av hassji til Føroya í gjár
09.05.2017 - 15:24
Ein 37 ára gamal maður varð fyri lítlari løtu síðani dømdur 30 dagar treytaleysa fongsulsrevsing fyri at royna at smugla hassj til landið mánadagin.
37 ára gamli maðurin tók við dóminum í Føroya rætti.
Tikin á flogvøllinum í gjár
Maðurin varð handtikin á flogvøllinum í Vágum seinnapartin í gjár. Sambært ákæruvaldinum hevði maðurin 181,4 gramm av hassji, sum hann hevði fjalt innvortis, uppi á sær.
Maðurin kom við flogfari úr Danmark, og tað vóru tollmyndugleikarnir á flogvøllinum í Vágum, ið funnu hassjið. Maðurin játtaði seg sekan í smugling, men segði seg vera einsamallan um smuglingina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV