- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brendu havaavfall í lýsingini
Brendu havaavfall í lýsingini
Fleiri ørkymlaðir borgarar í Havn ringdu til sløkkiliðið um seks-tíðina í morgun, tí tey sóu nógvan royk í vesturbýnum. Talan var tó ikki um húsaeld
08.05.2017 - 08:29
Roykurin stavaði frá einum báli í einum urtagarði í Grønulíð, har tey vóru farin at brenna greinar og annað urtagarðsrusk frá morgunstundini.
Tað er loyvt at brenna greinar og annað í urtagarðinum, uttan at biða um loyvi frá sløkkiliðnum.
Men á Brandstøðini í Havn siga tey, at tað er eitt gott hugskot at boða sløkkiliðnum frá, um tú skalt brenna urtagarðsrusk, hóast hetta ikki er eitt krav.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV