Afturgongd, men varðveitir meirilutan

Afturgongd, men varðveitir meirilutan
Samgongan gongur aftur, men varðveitir meirilutan, sambært nýggjari veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Vágaportalin
 
07.05.2017 - 14:05

Ein nýggj veljarakanning er júst gjørd, sum vísir, at sitandi samgonga hevur afturgongd, men samstundis varðveitir meirilutan. Gallup hevur gjørt veljarakanningina fyri vp.fo.

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu fingið eitt umboð afturat á ting, meðan Sjálvstýri er stóri taparin og ikki fær umboð á ting, um val hevði verið nú. 

Javnaðaflokkurin størstur

Javnaðarflokkurin er framvegis størsti flokkur og varðveitir síni 8 tingfólk. Flokkurin fær 24,7 prosent. Eitt hálvt prosentstig - færri enn á seinasta løgtingsvali í 2015.

Honum næstur er Fólkaflokkurin, sum fær góð 21 prosent av atkvøðunum - góð 2 prosent fleiri enn á valinum og tað gevur flokkinum eitt tingfólk afturat - tað vil siga 7.

Hin stóri andstøðuflokkurin, Sambandsflokkurin, hevur eisini framgongd og fær eitt tingfólk afturat, sambært kanningini. Sambandsflokkurin fær 20,4 prosent, sum er 1,7 prosentstig fleiri enn á valinum. Honum næstur er Tjóðveldi við 19,9 prosentum, sum fer aftur við 0,9 prosentstigum. 
Miðflokkurin fær 6,1 prosent, tað er 0,6 prosentstig fleiri enn á valinum.

Framsókn missir hálvt annað prosentstig og fær 5,5 prosent av atkvøðunum, sambært Gallup-kanningini.

Stóri taparin, sambært kanningini, er Sjálvstýri, sum missir bæði umboðini, tí hann við 2,3 prosentum ikki megnar at koma upp um sperrumarkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188