- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar sleppa helst undan herskyldu
Tey 18 ára gomlu hava einki at óttast.
Eingin undantøka er fyri uppskotinum hjá Danska Fólkaflokkinum um at seta í verk herskyldu í Føroyum og Grønlandi.
Tað kom fram, tá Fólkatingið í gjár viðgjørdi upskotið hjá Danska Fólkaflokkinum. Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.
Grundgevingin hjá Danska Fólkaflokkinum fyri at føroyingar og grønlendingar skulu hava herskyldu er, at so eru allir partar av ríkinum javnt settir.
Stjórnin virði ynski hjá føroyingum
Men danski verjumálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, er ímóti at áleggja Grønlandi og Føroyum herskyldu.
-Í landsstýrunum í Føroyum og Grønlandi er onki ynski um at áseta herskyldu. Hetta virðir stjórnin. Vit síggja onga orsøk til hetta, og her er heldur ongin tørvur á tí í løtuni, sigur Claus Hjort Frederiksen.
Danski Javnaðarfokkurin og Liberal Alliansa taka í prinsippinum undir við tankanum um herskyldu í øllum kongaríkinum, kom fram undir orðaskiftinum. Men flokkarnir vilja ikki seta hetta í verk uttan stuðul úr Grønlandi og Føroyum.
Teir fýra fólkatingslimirnir úr Føroyum og Grønlandi vístu uppskotinum hjá Danska Fólkaflokkinum frá sær.