Rannvá er aftur á tindinum

Rannvá er aftur á tindinum
Hjá kvinnum í badminton vann Rannvá D. Carlsson á føroyameistaranum í fjør og hjá monnunum basti Benjamin Gunnarstein yngra finalistinum
 
23.04.2017 - 13:29

Bæði í finaluni hjá kvinnum og monnum í badminton gav tann yngri leikarin tí eldra og royndara góða mótstøðu í fyrsta setti, men tá saman um kom, vunnu Rannvá D. Carlsson og Benjamin Gunnarstein bæði ein sannførandi sigur og eru føroyameistarar.

Hetta er sættu ferð Rannvá er føroyameistari, hóast hon bert er 21 ára gomul. Í fjør var hon ikki við, tí hon fjakkaði í Suðuramerika. Tá vann unga Kristina Eriksen FM-finaluna móti systir Rannvu, Brynhild D. Carlsson. Og tað var júst Kristinu, sum Rannvá møtti í finaluni í gjár.

Krstina gav henni góða mótstøðu meginparitn av fyrsta setti, men móti endanum setti Rannvá spæliferðina upp og vann og hon vann eisini annað sett greitt og sostatt dystin 2-0.

Hjá monnum møttust Benjamin Gunnarstein, sum ofta hevur verið í finaluni, og Magnus Dahl Chistiansen, sum fyrstu ferð er komin so langt. Eisini her var fyrsta sett javnt, men Benjamin vann kortini. Annað sett var Benjamin nógv tann betri og vann greitt, og sostatt vann hann dystin 2-0 og er føroyameistari.

Bartal Poulsen, sum vann føroyameistaraheitið í fjør, var ikki við hesaferð vegna skaða.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949