Henrietta og Pætur eru føroyameistarar

Henrietta og Pætur eru føroyameistarar
FM-finaluna hjá kvinnum vann Henrietta Nielsen greitt á Onnu Mikkjalsdóttir, og hjá monnum vann Pætur Albinus 4-2 á Fróða F. Jensen
Mynd: Mynd: btsf.fo  
 
22.04.2017 - 23:07

Stóri FM-dagurin í badminton, borðtennis og judo var seinnapartin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, og sum vanligt vórðu allar finalurnar sendar beinleiðis í Sjónvarpinum.

Finalan í borðtennis hjá kvinnnum var millum favorittin Henriettu Nielsen, sum í fleiri ár hevur vant og spælt borðtennis í Týsklandi, og Onnu Mikkjalsdóttir úr TBF. Hóast Henrietta vann 3-0, so gav Anna henni dygga mótstøðu, serliga í triðja setti, sum endaði 14-12. Anna hevði fýra settbóltar, men við sínum nógvu royndum, megnaði Henrietta at venda settinum og vinna.

Hetta er triðju ferð Henrietta er við í kappingini um føroyameistaraheitið, og hon hevur vunnið hvørja ferð. Durita F. Jensen fekk bronsuna.

Finalan hjá monnum millum Pætur Albinus og Fróða F. Jensen gjørdist meira spennandi. Men tá avtornaði vann Pætur Albinus 4-2 og er føroyameistari hjá monnum 2017. Hetta er aðru ferð hann er í finaluni og hann hevur vunnið báðu ferð á júst Fróða.

Bronsuna býttu Hallur Thorsteinsson og Petur Niclasen millum sín.

Myndin av teimum báðum føroyameistarunum er tikin í sambandi við, at tey saman vunnu kappingina í blandaðum tvímansleiki. (Mynd: Borðtenissambandið)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949