- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talgildu Føroyar: Kommununum nýtist ikki at stúra
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/screen_shot_2017-03-08_at_16.44.49.png?itok=nz7D1pXC)
Kommunurnar í Føroyum hava onga orsøk at stúra, at tær fáa eina eyka rokning fyri verkætlanina at talgilda Føroyar.
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
- Lógin um Talgildu Føroyar áleggur ikki kommununum at rinda. Hetta má vera ein misskiljing. Tí lógin gevur bert heimild til, at landið kann gera avtalur við kommunur um at vera við, sigur Kristina Háfoss í viðmerking.
Uppskotið broyttist
Tað var annars ikki júst tað, sum landið legði upp til í upprunaliga uppskotinum, sum varð sent kommununum til hoyringar.
Upprunaliga lógaruppskotið heimilaði Fíggjarmálaráðnum at taka gjaldið frá kommununum - íalt 25 milliónir krónur býtt eftir fólkatali í ymisku kommununum.
Fuglafjarðar Kommuna, sum skuldi rinda 770.000 krónur yvir trý ár, var millum atfinningarsomu kommunurnar.
Men borgarstjórarnir hava einki at óttast.
Tí Fíggjarmálaráðið hevur tikið atfinningarnar í hoyringssvarunum til sín.
- Hoyringssvarini komu til eitt uppskot, ið varð sent til hoyringar, men tað uppskotið, ið varð lagt fyri Løgtingið varð broytt samsvarandi ynskjunum hjá kommunum og áleggur ikki kommununum at vera við, men gevur bert heimild til, at tær kunnu - eftir avtalu og ynski - vera við. Sostatt er samssvar millum lógaruppskot og ynskini hjá kommununum, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.
Stórur áhugi at vera við
Kristina Háfoss leggur afturat, at fleiri kommunur hava eisini víst áhuga fyr at vera við, og ráðið fer í næstum at gera samstarvsavtalur við tær kommunur, ið ynskja at fáa ávirkan og vera við í verkætlanini.
Verkætlanin at talgilda Føroyar og harvið gera eitt samlað talgilt undirstøðukervi, sum skal gera tað lættari fyri brúkaran at nýta talgildu skipaninar, eitt við at nýta somu inngongd til allar skipanir, er mett at kosta 150 milliónir krónur.
Landið fíggjar meginpartin, 90 milliónir krónur.
Fyrr í vikuna undirskrivaðu ein røð av fyritøkum og feløgum samstarvsavtalu við Landsstýrið um at gera Talgildu Føroya til veruleika.
Ítøkiliga merkir hetta, at fyritøkurnar og feløgini fáa ávirkan á verkætlanina og eru við at fíggja hana við samanløgdum 16,7 milliónum krónur fram til 2020.
Føroysku peningastovnarnir hava sett 9 milliónir krónur av til íløgur og 6 milliónir til rakstur í verkætlanina, sum merkir, at føroyskir bankakundar kunnu nýta nýggja talgilda samleikan til netbankan.
Hini feløgini, ið eru við, eru SEV, IRF, Føroya Tele, Vodafone, Atlantic Airways, Eystur- og Sandoyartunlar, Vága Floghavn, Als og Trygdargrunnurin, Effo, Magn, Betri Trygging, Trygd, Nordikpensjón, Lív og Betri Pensjón