- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur flokkur stovnast í Íslandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/altingid.jpg?itok=gmc4WXnq)
Íslendingar fáa nú ein nýggjan politiskan flokk, sosialistaflokkurin. Tað er redaktørurin á blaðnum, Fréttatíminn, Gunnar Smári Egilsson, ið hevur stovnað flokkin.
Nýggi flokkurin er longu í gongd við at fáa fólk at tekna seg sum lim, og sambært heimasíðuni hjá flokkinum, er aðalmálið hjá flokkinum: Frælst samfelag, javnstøða, rættvísi og samhugi.
Óvist hvørjum vali byrjað verður við
Á facebookvanganum hjá nýstovnaða flokkinum skrivaði Gunnar Smári fyrradagin, at flokkurin fer av álvara til verka 1. mai, sum er altjóða arbeiðaradagur.
Íslendska kringvarpið skrivar, at tað er ikki greitt, um flokkurin stillar upp til kommunuvalið, ella um flokkurin bíðar til altingsvalið, sum verður um trý ár.
Sosilistaflokkurin vil gerast pallurin hjá arbeiðarafjøldini, og hjá øllum í Íslandi, sum liva í fátækradømi, ikki kenna seg hoyrd ella eru hjálparleys.
Hevur politiskar royndir frá fyrr
- Mótparturin hjá íslendska sosialistaflokkinum eru ríka mannfólkaveldið, og tey, sum gera eftir boðunum hjá mannfólkaveldinum, sigur Gunnar Smári Egilsson.
Umframt at verða kendur redaktørur á blaðnum, hevur Gunnar Smári eisini verið í politiskum stríði áður, tá hann almannakunngjørdi hugskotið fyri trimum árum síðani um, at Ísland skuldi strika sítt fullveldi og í staðin fara undir norskt vald.
Hugskotið elvdi til heitt kjak, og eitt skifti vóru ætlanir um at stovna politiska rørslu, sum skuldi arbeiða fyri hugskotinum.