- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nøvnini ikki kunngjørd
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/stokkholm_0.jpg?itok=AUeN4QWZ)
Eitt av nøvnunum er tó komið fram í almenninginum. Tað er bretin Crispin Bevington, sum er stjóri í stroymingarfyritøkuni, Spotify.
Bæði familja og arbeiðspláss vátta, at Crispin, vanliga nevndur Cris, var eitt av teimum fýra offrunum. Hann búði í Stokkhólmi við konu og tveimum børnum.
SÍ EISINI Undrast á hví gerningsmaðurin var í Svøríki
Hinni, sum doyðu, vóru ein belgiarar og tveir sviar. Ein av sviunum var ein 11 ára gomul genta, sum var á veg heim úr skúla.
11 ára gamla gentan hevði tosað í telefon við mammu sína fáar minuttir áðrenn atsóknina, og tær báðar høvdu avtalað at hittast í undirgrundarbreytini.
Belgiska offrið var ein 31 ára gomul kvinna, sum var á vitjan í Stokkhólmi. Ein 39 ára gamal maður úr Usbekistan er handtikin undir illgruna fyri atsóknina.