Lastbilar skulu nú steingjast

Lastbilar skulu nú steingjast
Yvirgangsatsóknin í Stokkhólmi fríggjadagin hevur fingið flutningsfeløg í Danmark at herða reglurnar fyri lastbilar
Atsóknin í Stokkhólmi, tá ein yvirgangsmaður stjól ein lastbil og koyrdi hann inn í fólk, fær nú felagsskapin fyri flutningsbilar í Danmark at heita á limirnar um at læsa lastbilar í framtíðini
Mynd: AP  
 
10.04.2017 - 14:11

Felagsskapurin, Danske Fragtmænd, sum umboðar 2.000 flutningsbilar, hevur í dag sent øllum limunum skriv við boðum um at steingja stýrhúsið í lastbilunum, hvørja ferð teir koyra vøru í og úr bilinum. Eisini hóast hetta kostar bæði tíð og eyka brennievni.

- Vit óttast fyri, at tað sum hendi í Stokkhólmi, eisini kann henda í Danmark. Um ein ørvitisknokkur fær eitt gott hugskot eftir at hava sæð, hvat man kundi í bæði Svøríki og Týsklandi, so er ein veruligur vandi, sigur Jørn Skov, stjóri hjá Danske Fragtmænd í Århus.

Líknandi yvirgangsatsóknir, har yvirgangsfólkini hava brúkt ein lastbil at renna á fólk, hava eisini verið í Nice, Berlin, London og nú eisini í Stokkhólm.

Fregnartænastan hjá danska politinum, PET, fer eisini at taka málið við trygdini upp á fundi við Danske Vognmænd, felagið hjá flutningsvinnuni, seinni í apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371