- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot tikið aftur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/eydgunn.jpg?itok=MgQztsbU)
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur tikið aftur uppskotið hjá sær, um at veita stuðul til útbúgvingar uttanlands til fólk við autismu og líknandi avbjóðingum.
Eyðgunn Samuelsen vil ikki siga, hví hon hevur tikið uppskotið aftur, annað enn, at uppskotið ikki er búgvið. Landsstýriskvinnan vil sleppa at hyggja nærri at uppskotinum, sigur hon.
Í hoyringarsvarinum frá Javna og MBF sæst, at feløgini ivast í, um rætt er bara at avmarkað uppskotið til fólk við autismu.
Um hetta er ein orðing, ið skal broytast, vil landsstýriskvinnan ikki svara.
Men hóast landsstýriskvinnan hevur tikið tað aftur, so hava tingmennirnir fyri Miðflokkin lagt júst sama uppskot fram aftur fyri løgtingið. Tað kunnu teir gera sambært grein 55 í tingskipanini, har tað stendur: "Beint eftir, at boðað er tinginum frá afturtøku, spyr løgtingsformaðurin, um annar løgtingsmaður, løgmaður ella landsstýrismaður tekur upp aftur uppskotið ella skrivliga fyrispurningin. Um so er, verða uppskotið ella skrivligi fyrispurningurin viðgjørd á tí stigi, sum tey eru komin til."
Málið stendur at fáa fyrstu viðger á fyribilsskránni fyri løgtingsfundin 30.mars.