- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spyr um privatisering av Posta
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/e7ba7b787506abe8ed05b62f996f8088.png?itok=CNNRLohy)
Løgtingsmaðurin hjá Sjálvstýrinum spyr landsstýrismannin, hvørji ítøkilig stig landstýrismaðurin fer at taka í málinum, og um roknað verður við, at samgongan fer at taka undir við hesum?
Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur Kári P. Højgaard, at á IN.fo er Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tann 1. mars 2017 endurgivin fyri at siga, at Posta skal avtakast og gerast til ein almennan stovn, og at hækkanin av kostnaðinum fyri blaðútberan fer avstað við øllum miðlastuðlinum
Tí sigur Kári P. Højgaard, at tá landsstýrisfólk alment koma út við so greiðum fráboðanum, má hetta takast í álvara, og ivaleyst kenna starvsfólkini á Posta ivasemi og ótta, nú ótryggleiki enn einaferð er reistur um framtíðar virksemi hjá almenna partafelagnum.
Prísurin hjá Posta hækkar fyrsta apríl við umleið einari krónu fyri hvørt blað, ið verður borið út.