Havnin føroyameistari í talvi

Havnin føroyameistari í talvi
Havnar telvingarfelag fekk neyðuga stigið og er føroyameistari í liðkappingini
 
18.03.2017 - 22:16

Havnarmenn høvdu eitt stig fyri neyðini í dag, skuldu teir taka FM-heitið úr Vágum til Havnar, og tað stigið eydnaðist teimum við bit og slit at fáa.

Men tað var líka við, at Sandavágsmenn tóku øll á bóli. Sandavágur vann 3-1. 

Høgni Egilstoft Nielsen vann á Martin Poulsen, Torkil Nielsen vann á Carl Eli N. Samuelsen og Silas Eyðsteinsson vann á Sjúrði Thorsteinssyni.

Olaf sigursharri

Hetjan hjá havnarmonnum bleiv Olaf Berg á 1. borði. Við hvíta fólkinum koppaði hann føroyameistaranum Rógva Egilstoft Nielsen.

Hetta var fyrsta talvið í dystinum, sum var liðugt, og tí kom helst ein ávísur friður á hinar tríggjar á havnarliðnum.

Kanska gjørdust teir í so friðarligir, tí endin var, at allir taptu. Men tað skal einki takast frá vágamonnum, sum vístu fyrimyndarligan stríðsvilja og gott spæl.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska var ikki við á havnarliðnum í dag, tí hann er burturstaddur.

FM-liðið hjá Havnar Telvingarfelag í vetur hava hesir seks mannað:

1. Helgi Dam Ziska

2. Olaf Berg

3. Martin Poulsen

4. Carl Eli Samuelsen

5. Sjúrður Thorsteinsson  

6. Herluf Hansen.

Gøta upp og Klaksvík niður

Nýtt lið í fremstu deildini komandi kappingarár verður Gøtu Talvfelag. Teir vunnu í dag á vestmenningum, og tryggjaðu sær sostatt 1. plássið og uppflyting til 1. deild. Har hava teir ikki verið í eini tjúgu ár.

Klaksvíkar Talvfelag hevur í fleiri ár havt tvey lið í fremstu deildini, men ikki komandi kappingarár. Annað lið hjá teimum gjørdist ov stutt í ár og flytur niður í 2. deild.

Í 3. deild vann Havnar Telvingarfelag.

1. deild

Sandavágur – Havnin 3-1

Klaksvík 2 – Havnin 2 1-3

Kollafjørður – Klaksvík 1 2½-1½

Endaliga støðan

1. Havnin 30½

2. Sandavágur 29½

3. Klaksvík 1  22½

4. Havnin 2  14½

5. Kollafjørður 13

6. Klaksvík 2 10

2. deild – endaliga oddastøðan

1. Gøta 23½

2. Sandavágur 22

3. Vestmanna 20

3. deild – endaliga oddastøðan

1. Havnin 22½

2. Runavík 18½

3. Klaksvík 18

Skiftandi vinnarar

Hyggja vit at gongdini seinastu tíggju árini, eru fýra feløg, sum hava vunnið fremstu deildina í landskappingini í talvi.

Seinnu árini hevur Sandavágs Talvfelag sitið tungt á trónuni, men nú raknaði aldursforsetin við aftur.

2017 HT
2016 ST
2015 ST
2014 ST
2013 ST
2012 HT
2011 ST (Sandavágs Talvfelag)
2010 KTF (Klaksvíkar Talvfelag)
2009 HT (Havnar Telvingarfelag)
2008 VT (Vestmanna Talvfelag)

Meira kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981