Missa 2.000 tons av kruvdum laksi

Missa 2.000 tons av kruvdum laksi
Illgruni er framvegis um, at fiskurin í einum aliøki hjá Bakkafrosti er fongdur við sjúkuelvandi ILA-virusi
 
17.03.2017 - 08:09

Bakkafrost missir 2.000 tons av kruvdum laksi í ár, tí avgjørt er at taka fiskin nú í Hvannasundi. Illgruni er framvegis um, at fiskurin í aliøkinum, sum eitur A-73 Hvannasund Norður, er fongdur við sjúkuelvandi ILA-virusi.

Aliøkið er í løtuni undir herdum eftirliti, men illgrunin er ikki staðfestur. Fyri at minka um váðan hevur Bakkafrost avgjørt at taka fiskin, sum eftir er í Hvannasundi Norðri. 

Framskundaða tøkan verður væntandi liðug síðst í apríl. Ein millión fiskar, sum í miðal viga 3,2 kg, eru í ringunum. Framskundaða tøkan ger, at tøkan hjá Bakkafrosti í 2017 minkar 2.000 tons í kruvdari vekt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Vikan 12. apríl 2025
191337
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117