Brellbiti: »Skattamálið II«

Brellbiti: »Skattamálið II«
Mánakvøldið, eftir Dag og viku, vísir Kringvarp Føroya sjónvarpsdokumentarin »Skattamálið II.« Sí ein brellbita úr sendingini her
Mánakvøldið senda vit dokumentarsendingina »Skattamálið II« í sjónvarpinum. Sí ein brellbita úr sendingini í greinini her
Mynd: KvF  
 
17.03.2017 - 14:10

TAKS kom í februar í ár til niðurstøðuna, at Eik Banki ikki hevði rætt til tær 92 milliónir krónurnar, sum bankin upprunaliga fekk játtað sum frádrátt á sumri 2015.

TAKS metti tó ikki, at málið skuldi fáa avleiðingar fyri Eik Banka. Men Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur síðan sett ein bráfeingisstjóri á TAKS, sum skal kanna, hvussu TAKS kann koma til tvær so ymiskar niðurstøður og um grundarlag er fyri, at málið verður sent fútanum.

Í sendingini verður kannað, hví TAKS kom til tvær so ymiskar niðurstøður, og hvussu Eik og TAKS í felag royna at leggja lok á málið. Samstundis er varskógvarin, Jørn Astrup Hansen, stevndur fyri bakbit av Eik Banka við kravi um fongsulsrevsing í tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117