Talið á løntakarum veksur, men...

Talið á løntakarum veksur, men...
...hóast fleiri og fleiri løntakarar eru í Føroyum, er talið ikki komið upp hagar, tað var á vári 2008, tá tað var beint omanfyri 26.000
Við verandi gongd fer løntakatalið upp um tað, tað var á vári í 2008, longu tíðliga í summar
 
09.03.2017 - 09:33

Men Hagstovan væntar, at við verandi gongd fer løntakatalið upp um tað longu tíðliga í summar. Í desember í fjør vóru 25.696 løntakarar í Føroyum. Hetta var sjeyndi mánaður á rað við vøkstri. 

Seinastu trý árini eru komnir 2.000 løntakarar aftrat. Bara seinasta hálva árið eru komnir 350 løntakarar afturat.

Byggivinnan ber størsta vøksturin í løntakaratalinum, skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117