Fólkaflokkurin tekur undir við uppskoti

Fólkaflokkurin tekur undir við uppskoti
Eisini Fólkaflokkurin vil hava útlendingar úr føroysku fiskivinnuni
 
09.03.2017 - 08:07

Men flokkurin hevur ikki eins og samgongan fýra ár skiftistíð í sínum lógaruppskoti um nýggja skipan 1.januar næsta ár. - Hjá Fólkaflokkinum er skiftistíðin sjálvboðin.

Tá fiskiskip verða seld úr feløgum, sum hava útlendskar partaeigarar, veiðiloyvi flutt ella partabrøv seld, so kunnu bara føroyingar keypa.

Fígging úr øðrum londum framvegis loyvd

Við tíðini, so hvørt sum verandi útlendskir partaeigarar avgera at selja partabrøv ella veiðiloyvini fara úr feløgunum, verður eingin útlendskur eigarapartur í føroyskum fiskiførum, sigur Fólkaflokkurin. 

Fígging úr øðrum londum verður tó framvegis loyvd, sambært uppskotinum hjá Fólkaflokkinum. Men fyri at tryggja, at ávist virði er í føroyska eigarapartinum í teimum feløgum, sum longu hava útlendskar partaeigarar, verður skuldin hjá felagnum til útlendska partaeigaran avmarkað. 

Hendan avmarkingin verður sett sum lutfall millum skuldina til útlendska partaeigaran og eginneningin í felagnum. Skuldin kann ikki vera størri enn fýra ferðir eginpeningurin. Hon kann ikki vera størri enn lutfallið fýra til eitt.

Meirilutin skal vera úr Føroyum

Fólkaflokkurin sigur eisini, at meirilutin í nevndini skal vera heimahoyrandi í Føroyum. Hetta krav er tó ikki galdandi fyri nevndarformannin,

Kravið til stjórar verður bara, at teir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum í Føroyum og vera fult skattskyldugir í Føroyum. 

Verandi lóg sigur, at í minsta lagi tveir triðingar av eginpeninginum, og í minsta lagi tveir triðingar av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum skulu vera føroyskir. Útlendingar kunnu tí sambært galdandi lóg eiga ein triðing í føroysku fiskivinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117