- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið um bummgjaldið í tingið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vagatunnil.jpg?itok=kLpul3NO)
Uppskot er komið í tingið um, at 1.mai verður ókeypis at koyra í Vágatunlinum og 1.mai næsta ár eisini í Norðoyatunlinum eins og í øðrum tunlum í Føroyum.
Sambandsflokkurin mælir til, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða latnir landinum ókeypis ávikavist 1.mai í ár og 1.mai næsta ár. Og somu dagar fellur bummgjaldið burtur, 1.mai í ár í Vágatunlinum og 1.mai næsta ár í Norðoyatunlinum.
Flokkurin sigur, at í galdandi lóg um Vágatunnilin stendur, at tá lánini eru afturgoldin, skulu undirsjóvartunlarnir í almenna vegakervið. Men tað heldur landsstýrið ikki. Tað vil eisini hava partapeningin hjá landinum aftur fyrst.
Fyri at fáa landskassanum pengar til at reka teir báðar undirsjóvartunlarnar, tá bummgjaldið er strikað, mælir Sambandsflokkurin samstundis til at hækka vektgjaldið og gjaldið á bensini og dieseli.