7.500 tons landað í Íslandi

7.500 tons landað í Íslandi
Føroysk skip landaðu 7.500 tons av lodnu í Íslandi í januar og februar. Finnur Fríði landaði sløk 3.000 tons og Norðborg landaði 1.845 tons
Finnur Fríði landaði sløk 3.000 tons og Norðborg landaði 1.845 tons í Íslandi í januar og februar
 
08.03.2017 - 11:51

Tað upplýsir íslendska Fiskistovan, sum eisini veit at siga, at fýra føroyskir bátar fiskaðu botnfisk í íslendskum sjógvi í februar.

Teir fingu 149 tons av toski og 109 tons av hýsu og avreiddu átta ferðir, seks ferðir í Íslandi og tvær ferðir í Føroyum.

Skørin fekk 101,2 tons í februar og Sandshavið fekk 95,2 tons. Føroysku línuskipini vóru í íslendskum sjógvi ein mánað fyrr í ár enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117