Fiskidaganevndin nýggjan formann

Fiskidaganevndin nýggjan formann
Hjalmar Hansen er nýggjur formaður í Fiskidaganevndini, ið skal lata landsstýrismanninum metingar um botnfiskastøðuna
 
08.03.2017 - 09:39

Fiskidaganevndin skal lata landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovninum og tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið.

Hjalmar Hansen hevur royndir, ið eru viðkomandi fyri uppgávuna, stendur í fráboðan frá Fiskimálaráðnum.

Hann hevur verið skrivari og samskipari í nevndum, sum hava gjørt tilfar, frágreiðingar og lógaruppskot um skipanir av fiskiveiðu við meira. Fiskidaganevndin skal koma við sínum tilmæli fyri 22. juni 2017.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117