- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingur skal tryggja framgongd

Tað verður ein føroyingur, ið skal standa á odda fyri flogvøllunum í Grønlandi. Føroyski advokaturin, Johannus Egholm Hansen, er valdur til nevndarformann fyri Kalaallit Airports.
Felagið er eitt alment partafelag, sum hevur til uppgávu at byggja, eiga og reka floghavnirnar í Nuuk, Illulisat og Qaqortoq. Johannus Egholm Hansen tekur við formanssessinum eftir Aviaja Lybert Lennert, sum var virkandi forkvinna og sum nú er næstforkvinna í nevndini.
Grønlendska kringvarpið sigur, at tað eru serliga royndirnar hjá Johannes Egholm Hansen í Vága Floghavn og útbyggingunum har, sum gera hann skikkaðan at gerast nevndarformaður í Kalaallit Airports. Hann var næstformaður í nevndini fyri Vága Floghavn frá 2009 til 2014.
Johannes Egholm Hansen er tó ikki einsamallur føroyingur í nevndini fyri grønlendsku floghavnirnar. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, er eisini nevndarlimur í Kalaallit Airports. Tíðina frá juli til desember í fjør var hann eisini virkandi stjóri í felagnum.