Nú verður uppskotið alment

Nú verður uppskotið alment
Klokkan tvey seinnapartin fáa føroyingar at vita, hvussu landsstýrið ætlar at skipa fiskivinnuna í framtíðini
Seinnapartin fær almenningurin at vita, hvussu fiskivinnan í Føroyum verður skipað í framtíðini, tá uppskotið til fiskivinnunýskipan verður lagt fram á tíðindafundi
 
06.03.2017 - 10:31

Klokkan 14 í dag fer landsstýrið at hava tíðindafund um uppskotið til fiskivinnunýskipan. Eftir tíðindafundin verður uppskotið sent til hoyringar.

Uppskotið hjá landsstýrinum verður tó ikki tað einasta, sum kemur í Løgtingið. Eisini Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fara at leggja hvør sítt uppskot um fiskivinnunýskipan fyri tingið.

Í november í fjør legði Sambandsflokkurin fram sítt boð uppá, hvussu fiskivinnunýskipanin kann síggja út. Síðani hevur flokkurin verið í samráðingum við samgonguna, men tær samráðingarnar endaðu í síðstu viku.

Skjóta upp at leingja verandi lóg

Sambandsflokkurin boðaði tá frá, at flokkurin fer at leggja sítt uppskot um fiskivinnunýskipan fram tá sjálvt lógaruppskotið er liðugt orðað. Tað arbeiðið er enn ikki liðugt. Uppskotið hjá Fólkaflokkinum byggir á søgulig rættindi og at rætta skeivleikar í verandi skipan.

Fólkaflokkurin hevur eisini latið løgtingsskrivstovuni lógaruppskot, sum einans snýr seg um at leingja verandi lóg um vinnuligan fiskiskap fýra ella trý ár. Tað skal brúkast, um ikki ber til at semjast um eina nýggja skipan fyri nýggjár.

Tíðindafundurin hjá landsstýrinum um fiskivinnunýskipanina verður í Tinganesi klokkan 14. Fundurin verður eisini stroymdur á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni lms.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Vikan 12. apríl 2025
191337
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117