Ravnur er í finaluni

Ravnur er í finaluni
Ravnur av Toftum hevur tryggjað sær, at teir koma at spæla við í FM-finaluni kurvabólti
 
05.03.2017 - 15:26

Við sigri á Hamar í landskappingardysti á Toftum, hevur Ravnur tryggjað sær pláss í FM-finaluni.

Hamar var á odda 18-21 í hálvleikinum, men heimaliðið svaraði aftur og endaði við at vinna dystin sannførandi, 46-35.

Toppskorari hjá Ravni bleiv Ernersto Ferrari við sekstan stigum. David Arge Galan bleiv toppskjútti fyri Hamar við átta stigum.

Enn hevur einki lið klárað at vunnið á Ravni í landskappingini, sum longu nú hevur tryggjað sær pláss í finaluni.

Tað er tó framvegis spenningur um, hvør fer at vinna sær annað plássið. Tað verður antin Hamar ella Sporðdrekin.

Komandi landskappingardysturin verður 11.mars á Toftum, tá Ravnur tekur ímóti Sporðdrekanum.

FM-finalan verður 13.mai

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949