Landingarvirðið á uppsjóvarfiski setti met í fjør

Landingarvirðið á uppsjóvarfiski setti met í fjør
Og 2017 fer at vera enn betri enn metárið 2016. Tað staðfestir Búskaparráðið í nýggjastu frágreiðingin
Landingarvirðið á uppsjóvarfiski setti met í fjør
Mynd: savn  
 
04.03.2017 - 15:26

Landingarvirðið á uppsjóvarfiski - makreli, sild og svartkjafti - setti met í fjør. Og 2017 fer at vera enn betri enn metárið 2016. Tað staðfestir Búskaparráðið í nýggjastu frágreiðingini.

Síðan 2009 hevur verið stórur vøkstur í samlaða landingarvirðinum. Samlaða landingarvirði er farið frá 432 mió. kr. í 2009 til at verða 1,6 milliardir krónur í 2016. Og útlitini fyri framhaldandi vøkstri eru góð, staðfestir Búskaparráðið. Landingarvirðið av makreli fyri 2017 verður hægri enn 2016 vegna hægri heildarkvotu, samstundis sum makrelprísurin væntandi verður støðugur. Landingarvirðið av sild veksur væntandi munandi í 2017 í mun til 2016 vegna munandi størri ásetta kvotu, og væntandi støðugan prís. Ongin millumtjóða avtala var um sild fyri 2015, og eingin er heldur fyri 2016. Og eisini í svartkjaftinum peika pílarnir beint uppeftir.

Landingarvirðið av svartkjafti er vaksið síðan 2011 vegna hækkaða heildarkvotu, og stórur vøkstur verður væntaður í 2017 í mun til 2016. Tí fara føroysk skip í ár at avreiða uppsjóvarfisk fyri meira enn metárið í fjør, tá landað var fyri tilsamans 1,6 milliardir krónur, metir Búskaparráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117