Peningur setast av til bátaverkstað

Peningur setast av til bátaverkstað
Løgtingsmaður skjýtur upp at seta pening av til verkstað, ið skal smíða føroyskar bátar, so handverkið ikki hvørvur
 
01.03.2017 - 10:52

Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum hevur skotið upp játta hálva aðru millión krónur til bátaverkstað, sum skal staðsetast á Spinnarínum í Klaksvík.

Játtanin skal brúkast til at laga hølið til, og at útvega amboð og útgerð verkstaðin, sum skal smíða føroyskar bátar.

Mælt verður til at seta bátasmið í fast starv á tekniska skúlanum í Klaksvík, og harumframt skal í minsta lagi ein lærlingur verða knýttur at verkstaðnum. 

Handverkið í vanda

Bjørn Kalsø sigur, at bátasmiðirnir fækka, og lærlingar verða ikki settir við. Nýggir bátar verða sjáldan smíðaðir, og tí er handverkið í vanda fyri at hvørva, verður einki gjørt.

Hann vísir eisini, at bátasmíð er partur av óítøkiliga siðaarvinum sambært ST-sáttmálanum hjá UNESCO um at verja mentanararvin.

Íløgukostnaðurin verður í fyrsta umfari hálv onnur millión kr. og síðani 700.000-800.000 krónur um árið at løna lærara og lærlingum, umframt tilfar og ferðing, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835