- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri bøtur skrivaðar
Løgreglan gjørdi mikudagin grein 13-kanningar í Havn. 11 mál vórðu skrivað í sambandi við, at bilførarar ikki høvdu ljósini í lagi, tosaðu í fartelefon meðan teir koyrdu, og ikki høvdu koyrikortið uppi á sær.
Í gjár vórðu kanningar gjørdar við skúlar ymstaðni í landinum. Við Sankta Frants Skúla í Havn vórðu 70 bilar kannaðir, men bara eitt mál varð skrivað, - og tað var eitt barn, sum ikki sat í trygdarbelti. Fyri tað lógarbrotið fær bilførarin klipp í koyrikortið.
Við Miðvágs skúla vórðu 20 bilar kannaðir, og har var alt, sum tað skuldi vera. Í Leirvík var morgunferðslan við skúlan eisini kannað. Har vórðu tvey mál skrivað, ein bilførari hevði ikki koyrikortið uppi á sær og eitt barn sæt ikki í trygdarbelti.