- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar fáa færri p-bøtur
Føroyingar fáa færri p-bøtur
Nógv færri parkeringarbøtur verða skrivaður nú enn fyrr, vísa tøl hjá politinum í Føroyum. Talið er minkað støðugt í fleiri ár
17.02.2017 - 09:08
Sambært tølunum hjá politinum vórðu 7.751 bøtur skrivaðar í fjør. Í 2008 var talið 13.051. Og talið er minkað hvørt ár síðani tá.
Fráboðaðu ferðsluóhappini vóru eisini nógv færri í fjør enn í 2008. Tey vóru 474 í fjør og 848 í 2008. 27 fólk fingu skaða í ferðsluóhappum í fjør, tey vóru 67 í 2008.
Trý fólk fingu skaða í fjør í ferðsluóhappum, har bilførarin var rúsdrekkaávirkaður ella ávirkaður av øðrum, so sum heilivági.
117 fólk vórðu skuldsett fyri at koyra ávirkað í fjør. 91 teirra koyrdu uttan at gera nakað óhapp.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV